Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Jákup Reinert Hansen, sum alt sítt prestalív hevur virkað sum sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi, í nýggja starvið sum lektari í kirkjusøgu. Starvið í stovnað í samastarvið millum Fólkakirkjuna og Fróðskaparsetrið.
Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni
Jákup Reinert Hansen gjørdist cand. theol. frá universitetinum í Århus í 1982 og hevur líka síðani starvast sum sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi.
Í 2004 gjørdist hann ph.d. frá Århus við ritgerðini Mellem kor og skib, Jacob Dahls færøske postiller. Í gransking síni hevur hann serliga havt áhuga fyri, hvussu tann kristna trúgvin í ávísari tíð, mentan og samfelagsligari støðu gevur seg til kennar í so ymiskum tekstasløgum sum sálmum, prædikum og kirkjuligari lóggávu. Jákup hevur regluliga skrivað greinir í útlendskum tíðarritum og bókum og verið partur av fleiri norðurlendskum granskingarverkætlanum. Hann hevur verið gudfrøðiligur ráðgevi hjá Mentamálaráðnum síðani yvirtøkuna av fólkakirkjuni í 2007.
Endamálið við starvinum á Fróðskaparsetrinum er at menna gransking í kirkjusøgu, kirkjurætti og trúarmentan. Starvið er harumframt eitt undirvísingarstarv. Lektarin í kirkjusøgu skal skipa fyri lærdum námi í kirkjusøgu, -skipan, -siðum og embætisførslu, sum galda í fólkakirkjuni í Føroyum. Reglurnar um embæti og størv í fólkakirkjuni áseta, at sóknarprestar hava slíkt nám – ella lúka tað í seinast lagi tvey ár eftir at teir eru komnir í starv.
Jákup Reinert Hansen byrjar í starvinum tann 1. september og fær skrivstovu á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu í Havn.









