Her síggja vit prest uttast til vinstru saman við Neil Blackeby, Jákup Jacobsen og Edmund Berg.

Prestur vælsignar teir áðrenn teir rógva til Føroya

– Tað var ein sera hátíðarlig løta, sigur Jákup Jacobsen.

Her síggja vit prest uttast til vinstru saman við Neil Blackeby, Jákup Jacobsen og Edmund Berg.

Í dag er stóri dagurin, har teir tríggir Jákup Jacobsen, Edmund Berg og Neil Blackeby seta kósina móti Føroyum úr Florida í róðrarbáti.

 

Í hesum sambandi kom ein lokalur prestur í gjár oman í havnina, har teir liggja, fyri at geva teimum nøkur góð orð á vegnum. Presturin vælsignaði bátin, manningina, familjur teirra og onnur fyri at senda teir gott avstað. 

 

»Bless you all«.... »Congratulations, wish you the best!«, segði prestur millum annað.

 

– Tað var ein sera hátíðarlig løta, sigur Jákup Jacobsen um hetta.

 

LES EISINI: Í morgin verður tað: Fara at rógva úr USA til Føroya

 

Her síggja vit nakrar myndir frá løtuni:

 

##med3##

 

##med2##

 

Videobrot frá løtuni, tá prestur vælsignar teir, sæst HER.

 

Hoyr eisini Jákup greiða nærri frá stóra ævintýrinum HER.

 

Her síggja vit prest uttast til vinstru saman við Neil Blackeby, Jákup Jacobsen og Edmund Berg.

Nýggi lokali vinmaðurin hjá manningini, Michael, til vinstru saman við presti høgrumegin.