Prestur vístur av vølli fyri kjaftaslit

Tá toftamenn vitjaðu í Sørvági í dag vórðu teir sendir heim aftur við einum 5-1 tapi. Og sjálvur prestur varð útvístur fyri kjaftaslit

 

Ovi Brim, prestur, sum eisini spælir við næstbesta liðnum hjá B68, var í dag sendur av vølli fyri kjaftaslit, tá toftamenn vitjaðu á Dungasandi í Sørvági. Hann greiðir sjálvur soleiðis frá á Facebook:

 

»KJAFTASLIT

Kagar tú í Sprotan, so er kjaftaslit tað sama sum at nýta stór orð, skræða ella brúka seg.

Í fótbólti og ítrótti yvirhøvur er blóðið mangan heitt og pulsurin høgur. Minnist einaferð at eg á Svangaskarði rópti heldur hart á Lassin. Friðarliga stóð hann og hugdi at mær og svaraði aftaná: “Fínt, nú hevur tú avreagerað, fær aftur í verjuna við tær.” Nakkalangur fór eg aftur í verjuna, einki hevði eg flutt – annað enn stemmubondini, sjálvandi.

Á Dungasandi í dag hevði dómarin ikki sama tolið sum Lassin. Viðleikari varð feldur og øll steðgaðu á, tí nú mundi dómarin fara at floyta.

Men nei. “Víðari”, rópar hann avgjørdur.

Tað fekk hann at hoyra fyri, ikki einans frá mær, men kanska serliga frá mær.

BUMM! Ostflísin á lofti.

Og áðrenn vibratiónirnar á stemmubondunum vóru stilnaðar, kom onnur! Útvístur. Stutt og greitt. Einki ókvæmisorð men volumin ov høg. Liðfelagarnir sviknir.

Helst eitur tað fyri kjaftaslit. Og jú, eg eigi mín part, men Lassatolið hevði verið fínasta slag í dag. Kanska man fer at prædika eitt sindur um jobstolið í komandi tíðum.

Men einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt. Nú fær man so frí ein dyst, so frúan heldur sikkurt at hetta er fínasta slag.

Ein sterkur sørvingur gleddist eyðvitað um støðuna.«