Bretsku myndugleikarnir boðaðu í morgun frá, at teir vilja ikki geva amerikanska prestinum Terry Jones innferðarloyvi. Tvørturímóti er hann óynsktur á bretskari jørð. Terry Jones elvdi til nógv kjak í fjør, tá hann mælti amerikanarunum at brenna Koranina á níggju ára degnum fyri yvirgangsatsóknina tann 11. september í 2001.
Bretski felagsskapurin England Is Ours, sum virkar fyri at forða fremmandum at flyta til Bretlands, hevur sent Terry Jones innbjóðing at koma til Bretlands at vitja.
Men myndugleikarnir í London siga nei við teirri grundgeving, at stjórnin er ímóti øllum víðgongdum virksemi.