Prestur skal duga grønlendskt

Fyri stuttum varð avgjørt, at grønlendingar í Danmark skulu hava egnan prest, men síðani hevur ivi verið um, hvørt tað skal vera eitt krav, at presturin skal duga grønlendskt ella ikki.

Presturin verður starvssettur í Århus Stift, og har hildu tey tað ikki vera neyðugt, at viðkomandi skuldi duga tað grønlendska málið. Men tað skal hann, sigur innanríkisráðið.

-Tað hevur alla tíðina verið ein fyritreyt fyri at skipa starvið, at viðkomandi skal tosa grønlendskt, tí endamálið er jú millum annað, at presturin skal halda guðstænastu fyri grønlendingum á grønlendskum máli, sigur Manu Saren, innanríkisráðharri (myndin) í einum svari til fólkatingskvinnuna Doris Jacobsen, sum hevði spurt um viðurskiftini.