Umstríddi amerikanski presturin Terry Jones varð handtikin í gjár og settur í varðhald. Tað hava myndugleikarnir gjørt, so presturin ikki skuldi sleppa at taka lut í einum mótmælistiltaki, sum skuldi verða uttan fyri eina mosku í Detroit í dag.
Terry Jones gjørdist kendur, tá hann og kirkjulið hansara brendu eitt eintak av halgubók muslimanna, koranini, í síðsta mánað. Tilburðurin fekk øði í muslimar víða um heimin og var eitt nú orsøkin til, at uppøst fólk lupu á eina ST-skrivstovu í Afghanistan.
Sambært Washington Post var tað óttin fyri ófriði í sambandi við tað ætlaða mótmælistiltakið, sum fekk rættin at varðhaldsfongsla Terry Jones. Rætturin helt eisini, at tað ætlaða tiltakið var ein hóttan ímóti friðinum, og tí hevur rætturin sett fyrireikarunum forboð fyri at halda tiltakið.
Ætlanin var at hava mótmælistiltakið í Dearborn, har umleið ein triðingur av fólkinum hevur sín uppruna í Miðeystri, skrivar Washington Post.