Kalsoy: Fleiri fólk hava seinastu mánaðirnar óformliga roynt at fingið partarnar í Trøllanes-trætuni at tosa seg til sættis um eina loysn á lemjandi stríðnum um skúlan í kommununi.
Olga Biksopstø var ein tann fyrsta, sum royndi seg, og onnur fólk hava eisini verið uppi. Men allar royndir at fáa partarnar at tosa saman eru miseydnaðar, og støðan er fullkomiliga løst fast.
Ein av teimum, sum herfyri gjørdi eina roynd fáa tey á Trøllanesi og í Mikladali at hittast er Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Til økið hjá honum og Niels Paula Danielsen hoyrir Kalsoyggin.
Støðan er vánalig
Prestur hitti fyri jól bæði fólk á Trøllanesi og í Mikladali.
? Eg ætlaði mær ikki at blanda meg upp í stríðið sum so, men eg vildi gera eina roynd fyri at fáa partarnar at hittast, tí støðan er ólukkulig.
? Fólk í teimum báðum bygdunum eru ikki longur saman um nakað. Stríðið um skúlan ávirkar kirkjugongd, sjómanskvinnuringin, barnatiltøk og alt annað, sum tey áður hava verið felags um. Nú vilja tey ikki longur vera saman um nakað, sigur Hans Eiler Hammer.
Royndin hjá presti miseydnaðist. Tey á Trøllanesi vóru sinnað at fara á ein fund við umboð fyri bygdaráðið og ella foreldur í Mikladali, men tá avtornaði var áhugi ikki fyri einum slíkum fundi í Mikladali.
? Mín ætlan var als ikki at taka nakra støðu í hesum máli, men bara royna at fáa partarnar at tosa saman. Men hóast eg fór positivt til verka, so bar tað ikki til at fáa partarnar saman, sigur Hans Eiler Hammer.
Hann hevur onga ítøkiliga ætlan um at gera eina nýggja roynd.










