Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Sosialurin hevur tosað við 12 prestar í blaðnum í dag og spurningurin, sum hesir umrøða er - skal kirkjan vera savnandi, fevnandi og vanda sær um orðini, so at eingin verður stoyttur av tí, sum prestur sigur? Ella er tað upp til fólkakirkjuna at minna á skriftirnar og endurgeva hvassliga, uttan mun til, hvør nú kann taka tað illa upp? Greitt er, at prestar eru ósamdir um leiklutin hjá fólkakirkjuni. Les hvat prestarnir siga í blaðnum, sum kemur í handlarnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin.
- Gud náði tann kropp, sum er í móti LGBT í hesum døgum. Vilja fólk veruliga hava eina prædiku, sum er trillrund og skal behaga øllum, spyr Sverri Steinhólm, prestur.
Kirkjan er aftur í andglettinum, men í mun til undanfarnar støður, eru prestar hesaferð til reiðar at siga sína hugsan um málið. Ein teirra, sum hevur greiða hugsan í málinum, er Sverri Steinhólm, sjúkrahús og sóknarprestur í Havn.
Hann er av teirru fatan, at tað kann á ongan hátt vera rætt, at prestur skal vera so trillrundur í prædikunum, at øll fara smílandi og flennandi úr kirkjuni aftur, uttan at vita, hvat tey í veruleikanum eru so glað um.










