Prestur innsettur á Eiði sunnudagin

Komandi sunnudag, 23. juni klokkan 11, verđur nýggi sóknarpresturin, Jonhard Jógvansson, skipađur í embætið í Eiđis prestagjaldi

Tađ er dómpróstur, Uni Næs, iđ skipar í embætiđ, og verđur tađ Jonhard Jógvansson, iđ prædikar.

Jonhard Jógvansson, ið er ættaður úr Saltangará, er 43 ára gamal. Hann er giftur við Tordis Kristiansdóttir, og tey eiga tríggjar synir, ið eru tvey, fimm og sjey ára gamlir.

Jonhard Jógvansson varð liðugur at lesa gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2017. Hann varð prestvígdur 13. mai í fjør og hevur verið í stutttíðarstørvum í Glostrup sogn og í Solvang kirke á Amager.

Eiđis prestagjald fevnir um kirkjusóknurnar Eiđi, Norđskála, Funning og Gjógv. Sóknarpresturin býr í prestagarđinum á Eiđi.