Prestur hvíttaði pengar

Ein italskur prestur, Nunzio Scarano (myndin), er handtikin í sambandi við kanningar, sum politiið ger av hvítting av pengum í bankanum hjá Vatikaninum.

Presturin er undir illgruna fyri at hava tikið góðar 4,7 milliónir krónur av eini konto í bankanum hjá Vatikaninum, Istituto per le Opere di Religione.

Eisini skal hann vera undir illgruna fyri at hava roynt at flutt næstan 160 milliónir krónur úr Sveits til Italia í einum privatum flogfari.

Presturin sigur umvegis verja sín, at hann bara hevur verið millummaður.

Ein partabrævameklari, Giovanni Carenzio, og ein limur av loyniligu italsku fregnartænastuni, Giovanni Zito, eru eisini handtiknir í málinum.

Málið er serliga aktuelt, tí fyri fáum vikum síðani gav Frans pávi boð um, at setast skuldi í verk ein kanning av illgrunanum ímóti bankanum hjá Vatikaninum um hvítting av pengum.