Mikukvøldið 21. apríl klokkan 19.30 - 21.00 verður almenn ferðafrásøgn í Vesturkirkjuni. Tað verða Asta og Bergur D. Joensen, sum fara at siga frá ferð síni um heimin 2007-2008. Saman við børnunum fóru tey í september 2007 avstað til Afrika og komu aftur úr Ísrael 11 mánaðir seinni beint undan ólavsøku 2008. Børn teirra tveir dreingir og ein genta vóru 9, 12 og 16 ár. Í fleiri ár hevði nógv verið á skránni hjá foreldrunum, so tey ikki høvdu havt ta tíð saman, sum tey leingi høvdu vilja. Bestu løturnar vóru, tá ið øll vóru saman í frítíðum. Við royndunum frá nøkrum ferðum í Norðurlondum og í Evropa, varð avgjørt at royna eina heimsferð. Meira um orsakirnar til ferðina og um fyrireikingarnar verður at frætta komandi mikukvøld í Vesturkirkjuni. Børnini fingu eina stóra uppliving, og fygldu tey floksfeløgnum í Argja skúla við heimaskúlan.
Tey vóru í fleiri londum, í stórum býum og á kendum støðum, men longst steðgaðu tey í Nigeria, USA, Papua Nýguinea og Ísrael. Í trimum londum fingu tey ávikavist løn og ólønt arbeiði eins og eitt ólønt avloysarastarv. Hini londini, har steðgurin vardi úr nøkrum døgum upp í ein knappan mánað, vóru Ongland, Ný Sæland, Australia og Kina.
- Burturúr 20.000 myndum skulu vit síggja um 200, men tær geva eina hilling av einari ógloymandi ferð, sigur Bergur Debes Joensen.
Høvi verður at seta spurningar, lutir frá ferðini verða eisini at síggja, og drekkamurður verður í kirkjurúminum aftaná.
- Ferðafrásøgnin hevur verið ymsastaðni - eisini í prestagjaldinum - í Hesti og í Kirkjubø, men nú verður hon eftir ætlan í Havnini og so á Argjaleguni seinast í mánaðinum. Øll eru hjartliga vælkomin, sigur Kirkjuráðið.