Seinastu níggju árini hevur verið arbeitt við at dagføra nógvar av teimum íalt 20 prestagørðunum kring oyggjarnar.
Sambært upplýsingum frá Landsverki eru fimm teirra umvældir hesi árini. Og nú stendur so ein av teimum eldru prestagørðunum undir umvæling og dagføring, nevniliga tann meiri enn 150 ára gamli prestagarðurin á Viðareiði – í dagligari talu nevndur prestagarðurin í Ónagerði.
Arbeiðið byrjaði fyrr í ár, og fer helst at taka ein stóran part av komandi ári eisini.
Tað menn vita um, er prestagarðurin í Ónagerði bygdur í 1854. Hann stóð klárur hjá presti at flyta inn í stutt undan jólum hetta árið, skrivar folkakirkjan.fo millum annað.
Tað var upprunaliga Kofod prestur, sum í 1854 bygdi henda prestagarðin sum nú stendur uppi her í Ónagerði.
Prestasetrið her er gamalt. Sambært søgubókunum var Skadritt Jørundsen útnevndur til prest her 19. juli í 1541. Menn meta tí, at hann helst hevur búð í bygdini.
Men sambært søgukøna frásøgumanninum, Dánjal Lydersen á Viðareiði, hevur prestur neyvan altíð búð sunnari megin Løksaránni, ið líkasum klívur bygdina í tvey - suðureftir og norðureftir.
- Ein veit ikki, nær prestur flutti yvir um ánna – altso suðureftir - at búgva. Hann hevur helst búð uppi í Válgaranum ella á Flatabakka, ið liggur omanfyri Brekkumørk, greiðir Dánjal frá.
Eftir støddini á Roykstovuni og gomlum grundarsteinum í kjallaranum at døma, kundi verið líkt til, at prestahúsini hava staðið her á somu grund, um vit samanbera við eina uppteljing frá 1721, skrivar folkakirkjan.fo millum annað.
Mynd: folkakirkjan.fo