Prestur fer at biða um umbering

Heri Joensen, sóknarprestur, fer at biða leiðsluna í Meinigheitshúsinum í Havn um eina umbering fyri atburðin, vístur varð móti honum, tá hann varð biðin um at halda seg burtur frá ungdómsmøti í húsinum

Heri Joensen, prestur, vil ikki hava sitandi á sær, at hann boðar ranglæru. Hann fer at biða leiðsluna í Meinigheitshúsinum um eina umbering og væntar at fáa hana.

Heri Joensen, sóknarprestur í Suðurstreymoyar Vestara Prestagjaldi, sigur, at tað stendur púra fast, at hann er í móti at víga ella signa samkynt paraløg. Tað hevur hann ongantíð gjørt, Tað fer hann ongantíð at gera. Og hann fer ongantíð at loyva, at tað verður gjørt í nakrari kirkju, sum hoyrir til hansara prestagjald. Eingin fær lænt kirkjuna til tílík endamál. Hvørki bispar, prestar ella nakar annar.

Heri Joensen sigur, at hann vónar, at hóvlig missiónsfólk nú fara at vakna og hugsa um, hvat tað er, sum hendir í rørsluni. Tí hann ivast ikki í, at meirilutin av fólkinum í Heimamissiónini eru hørm um stríðið, sum nú fer fram í kirkjuni, har missiónin alt meira gerst partur.

Heri Joensen sigur, at hann metir orðaskiftið, sum fer fram í løtuni, at vera ógvuliga ósiviliserað. Hetta er ein minniluti av fólkinum, sum vil taka seg sjálvan til rættis og seta onnur upp á pláss. Tað verða rakað nøkur ávís skriftstøð saman, sum so verða brúkt til egnan fyrimun.

Men skal gangast so bókstaviliga eftir Bíbliuni, eigur tað at verða gjørt í øllum førum, sigur Heri Joensen, prestur. Og so er tað eisini, sambært Gamla Testamenti, forboðið at eta garnatálg. Tí tað stendur í Gamla Testamenti, at vit eiga ikki at eta fiti av innvøli úr ávísum kríatúrum.

Men soleiðis kunnu vit ikki brúka Bíbliuna, sigur Heri Joensen. Bíblian er fyrst og fremst gleðiboðskapur, sigur hann. Tað ræður um at finna tann partin, har gleðiboðskapurin er dominerandi. Várharra liggur ikki sum ein politistur í einum totaliterum landi upp á lúr fyri at fanga onkran syndara.

-Slíkan Guð kenni eg ikki, sigur prestur. Vit hava ein náðigan Guð, sum sjálvandi hatar syndina. Men hann elskar syndaran. Tað er ógvuliga umráðandi. Og tí er tað heilt burturvið, at vit, sum ganga her á Jørðini, skulu taka okkum rætt til at fordøma onnur fólk, sigur Heri Joensen.


Ætlaði einki at siga

Um hendingina, tá hann varð biðin um at halda seg burtur frá Meinigheitshúsinum, sigur Heri Joensen, at hann ætlaði ikki, at tað skuldi koma út.

Men tað kom tað so kortini, og hann kendi seg aftan á nakað sum ein, sum hevur mist ein kæran. Fólk vistu líkasum ikki, hvussu tey skuldu fyrihalda seg, tá tey møttu honum. Tey hugdu undarliga, og vistu ikki hvat tey skuldu siga.

Heri Joensen sigur, at hann varð biðin tíðliga í vár um at halda ein fyrilestur á einum ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn tann 25. mai. Tað játtaði hann, tí hann hevur altíð mett seg sum missiónsmann og glett seg um tað, sum í missiónini hendi.

Hann er góður við missiónina, sigur prestur og hevur altíð kent seg væl millum vinir. Og hann hevur altíð mett - og metir seg enn - at vera hóvligan missiónsmann, soleiðis sum Heimamissiónin fyrr var, sigur Heri Joensen, prestur.

Tveir dagar fyri, at hann skuldi halda fyrilesturin í Meinigheitshúsinum, varð hann ringdur upp úr húsinum og spurdur, um hann mintist avtaluna. Tað játtaði hann. Men meðan hann sat og fyrireikaði seg, tríggjar tímar áðrenn møtið skuldi vera, varð hann ringdur upp og fekk at vita, at hann var óynsktur í meinigheitshúsinum hetta kvøldið, tí hansara nærvera kundi vera ein bági fyri tey nýggju fólkini - tey nýfrelstu, sum tað líkasum lá í luftini - í Meinigheitshúsinum.

Tað særdi, og hann varð sera harmur um, at hann ikki skuldi sleppa í Meinigheitshúsið við teirri grundgeving, at hann boðaði ranglæru. Tí hann hevur skrivað undir eitt bræv saman við 15 øðrum føroyskum prestum.


Einkisigandi stríð

Heri Joensen sigur, at tað hevur ongantíð verið ætlan hansara at leggja seg út í hetta kirkjustríðið, sum hann metir einkisigandi. Hann hevur verið prestur í eini 11-12 ár, uttan at nakað stríð hevur verið, hvørki í kirkjuráðum ella stýrum fyri meinigheits- ella missiónshús. Tí í Kristusi vóru øll samd. Tað góða sameinir, sigur prestur, og tað hava tey fólk, hann hevur samstarvað við, altíð duga at funnið, sigur hann.

Tað eiga vit eisini at hava í huga, nú vit um eina viku fara at halda hátíð fyri tí stóra sameiningarandanum, har vit skulu vera eitt fyri Kristusi.

William Booth, sum stovnaði Frelsunarherin, segði, at hann las Bíbliuna, sum tá hann át fisk. Hann át fiskin og legði beinini til síðis. Soleiðis eiga vit at finna og brúka tað góða, og lata tað ringa liggja, sigur Heri Joensen. Og hann vísir til kenda Prædikumannin Moody, sum tekur til, at í Bíbliuni er nógv meira, vit kunnu vera samd um, enn tað, vit kunnu vera ósamd um. Guðsbørnini eiga at gleða seg um tað, tey eru samd um, heldur enn at klandrast um tað lítla, tey ikki semjast um.

Heri Joensen sigur, at hann ongantíð hevur lagt seg út í nakað stríð í kirkjuni. Hann hevur satt at siga annað at gera enn at stríðast við fólk. Og so ramsar hann upp, guðstænastur, barnadópar, brúðarvígslur og jarðarferðir, sum standa í kø.

Tað sømir seg ikki Guðs børnum, og allarminst prestum, at stríðast um Várharra. Tað hoyrir ongastaðni heima, sigur Heri Joensen.

Men rímiligt. Vil ein hava stríð, so fær ein stríð. Tað er einki at ivast í, sigur hann.

Hann sigur annars, at hann metir ikki, at tað er nakar, sum kann taka upp fyrsta steinin og tveita nakran sum helst veg. Kirkjan eigur, sigur hann, at vera rúmlig. Hon er ein forsamling av meira ella minni ófullkomnum einstaklingum, ella syndarum, ið hava tendensir hin- og handanvegin. Og vreiði er ofta »projektión« av einum ella øðrum, sum hann ikki vil koma nærri inn á her, sigur prestur.

Hóast hann undir ongum umstøðum fer at víga ella vælsignað samkynt paraløg, sigur Heri Joensen, at hann hvørki er ímóti, at hesi fólkini finna hvønn annan, ella fordømandi mótvegis teimum. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum.

Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joensen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørdur. Hjá Harranum er eingin munur.

Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forðar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur.