Tveir menn við knívum tóku fleiri fólk sum gíslar í eini kirkju í Saint-Etienne du Rouvray í norðurfraklandi í morgun.
Teir báðir drupu prestin í kirkjuni, áðrenn franska løgreglan leyp á staðið og drap gíslatakararnar báðar.
Sambært fronskum miðlum vóru gíslarnir presturin, tvær nunnur og fleiri vitjandi. Presturin er dripin, meðan ein annar persónur er álvarsliga særdur.
Sambært Francois Hollande, franska forsetanum, vildu menninir báðir vera við, at teir vóru umboð fyri IS. Hann kallar tí álopið eitt yvirgangsálop.
Teir báðir menninir sníktu seg inn gjøgnum bakdyrnar meðan messa var og læstu dyrnar. Sambært fronskum miðlum eydnaðist tað eini nunnuni at sleppa til rýmingar og boða myndugleikunum frá hendingini. Menninir vóru skotnir, tá teir lótu dyrnar upp og komu út úr kirkjuni.