Prestlærd kenna seg snýtt

Fólk, sum lesa ella hava lisið guðfrøði aðrastaðni enn í Danmark, kenna seg vera fyri vanbýti -Vit, sum hava fylgt ráðunum frá tykkum politikarum, um at taka útbúgving uttan fyri danska ríkið, eru fyri vanbýti.

Tað skriva tríggir føroyingar, sum hava lisið ella lesa gudfrøði í Norra, í brævi til føroysku landspolitikararnar.

Fríðleif Lydersen og Símun Pauli Olsen, báðir stud.theol og Hanus Simonsen, cand.theol, siga, at tey, sum ikki hava gudfrøðiútbúgving frá donskum universiteti, fáa ikki starv í føroysku fólkakirkjuni. Teir halda, at hetta átti at verið broytt, nú kirkjan er vorðin føroysk, halda teir tríggir. Teir undrast eisini á, at samstundis sum føroyskir politikarar skunda undir føroyingar at fáa sær útbúgving aðra staðni enn í Danmark, verður einki gjørt fyri at hesi fólk kunnu koma aftur til Føroya at brúka sína útbúgving.

Tey, sum vilja verða prestar í Føroyum, skulu hava lært til prest í Danmark, og hendan skipanin verður ikki broytt fyrr enn í fyrsta lagi næsta ár, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, við Kringvarpið.