Tað eru nýggju prestarnir í Hvalvík og Fuglafirði, Bergtórur Bjørkhamar og Anne Mette Greve Klemmentsen, sum byrja í nýggjum størvum, ið verða vígdir.
Bergtórur Bjørkhamar er føroyingur, meðan Anne Mette Klementsen er dani, gift føroyinginum, Leif Hansen úr Nólsoy.
Anne Mette Klementsen er júst liðug við útbúgvingina sum prestur, og hon flutti heim til Føroya við familjuni í vikuni. Hon er kortini ikki ókend við Føroyar, tí umframt at vera gift føroyingi hevur hon gingið á háskúlanum í Havn.
Í hesari vikuni eru Anne Mette og Leif flutt inn í prestagarðin í Fuglafirði, og komandi sunnudag heldur nýggi fuglfjarðarpresturin sína fyrstu prædiku í prestagjaldinum.
Anne Mette Greve Klementsen og maðurin Leif Hansen eiga tvey børn, Beintu og Helga.