Prestarnir kæra við jøvnum millumbilum

Kirkjumálaráðið fær alsamt fleiri kærur um bisp frá ávísum føroyskum prestum og nøkrum av sóknarbørnunum í Fuglafjarðar prestagjaldi

Seinasta mánaðin hevur Kirkjumálaráðið fingið einar 7 - 8 kærur úr Føroyum um føroyska bispin. Kærurnar koma frá pørtum av sóknarbørnunum í Fuglafjarðar prestagjaldi og frá ávísum føroyskum prestum.

Jens Ulf Jørgensen frá Kirkjumálaráðnum sigur, at ger málið drúgvariu og meira torskilt. Meira verður at kunna seg um í málinum, og tískil verður málið drigið út. Harafturat skal bispur eisini hava møguleika at verja seg móti teimum ávísu kærunum, áðrenn nakað verður gjørt.


Ov góður

við pressuna

Sum Sosialurin skilir, er eisini klagað um, at bispur skal hava latið pressuni skjøl í málinum, sum ikki ynsktust alamannakunngjørd. Her er helst talan um eitt bræv, ið Bergur Debes Joensen, Niels Pauli Danielsen, Hans Eiler Hammer, Sverri Steinhólm, Peter O. K. Olofson og Anreas Andreasen prestar sendu bispi í mars. Í brævinum heittu teir á bisp, um at lata hvønn einstakan sóknarprest avgera, hvør skal prædika við guðstænasturnar í kirkjuliðum hansara, og hvørjir lestrar verða lisnir í kirkjuliðið hansara.

Jens Ulf Jørgensen sigur, at allar kærurnar verða viðgjørdar gjølla, og tá hann saman við starvsfeløgum sínum hevur sett seg nóg væl inn í málið, ber til at frætta nærri.


Fyrstu ferð

síðani sekstiárini

Úr Kirkjumálaráðnum verður upplýst, at talan er um fyrstu ferð síðani sekstiárini, at slíkar kærur eru sendar Kirkjumálaráðnum um ein bisp. Men Jens Ulf Jørgensen heldur ikki, at kærurnar eru so illa meintar. Hann heldur bæði bisp og teir sjey prestarnar, ið skrivaðu undir fyrstu klaguna, vera skilafólk, og sigur, at eftir hansara meting er talan um eitt prinsippmál, ið má fáast avgreitt sum skjótast, so friður aftur valdar í føroysku kirkjuni.