Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur í dag kallað prestarnar saman. Ætlanin er at teir skulu tosa um nógv álvarsmál, treyðugt so fara teir tó allir at bovla í kvøld.
- Prestarnir í Føroyum hava tørv á at vera saman, vit eru stroyddir kring alt landið og síggja ikki nógv til hvønn annan. Tí eru vit ofta nokk so einsamallir í starvinum. Dagurin verður tí bæði um eina fakliga og eina persónliga menning. Har ein stórur partur av persónligu menningini liggur í samtaluni og í at vera saman, sigur bispur.
Bleytu virðini
Ofta verður kirkjan sædd sum ein rættiliga fýrakantað og hørð instutión, har talan nógv er um ein monolog, og fólkið ikki kann gera so nógv.
- Tað eitur fólkakirkjan, og tað skal tað eisini vera. Tí skal kirkjan ikki blíva ov langt burturi frá fólkinum, og prestar skulu vera atkomiligir fyri fólkið. Tí mugu vit duga at beganga okkum og duga at selja innihaldið, hóast vit ongantíð mugu gloyma innihaldið, greiðir Jógvan Fríðriksson frá.
Líknandi tiltøk eru ikki gjørd fyrr, men bispur metir hetta vera ein náttúrligan part av arbeiðinum, og eisini nakað, ið er tiltrongt.
Ikki ein kapping
Tað er ongin loyna, at fólkakirkjan á mangan hátt verður yvirhálað av øðrum samkomum, og hetta er nakað bispur vil arbeiða við.
- Tað er ikki nøkur beinleiðis kapping, tí vit hava treytaleysa virðing fyri øllum, men vit mugu royna at gerast meira viðkomandi fyri fólk. Har meini eg við øll fólk. Tey sum vanliga eru í kirkju, tey sum nýta kirkjuna til serlig høvi og sjálvandi eisini tey, ið ikki beinleiðis vilja hava samband við kirkjuna. Fólkakirkjan skal vera fyri alt fólkið, og hetta er nakað vit arbeiða við, sigur bispur.
Ein endurmenning
Sambært Jógvani Fríðriksson, er hetta bert byrjanin í eini langari ætlan at gera kirkjuna meira modernaða.
- Hetta er fyrsta stigið í eini fýra ára ætlan. Vit byrja við prestunum í ár, og royna við ymiskum tiltøkum at fáa prestarnar betur samansjóðaðar og fyri at hava eina greiða ætlan. Í næsta ár verða kirkjutænararnir á skránni, um tvey ár verða tað kirkjuráðini kring landið og at seinasta árið verður tað fólkið, greiðir Jógvan Fríðriksson frá.
Fjølbroytt skrá
Dagurin í dag hevur eina langa skrá, sum skal menna prestarnar á ymiskan hátt. Men byrjaði við andakt klokkan tíggju í morgun.
- Vit hava nokk at gera í dag. Fyrst heldur Sonja Klein eina andakt, og síðani verða ymisk onnur ting á skránni. Á Hafnia fer Tine Lindhardt frá »Det danske bibelselskab« at greiða okkum frá ymiskum, og síðani fara vit at viðgera hvussu profilurin hjá føroysku fólkakirkjuni skal vera. Skulu vit vera verandi í tí danska, ella skulu vit fara heilt frá tí. Men helst enda vit við eini kombinatión, tí vit mugu leggja dent á bæði tað serføroyska, men eisini mugu vit hava samband úteftir. Talan er tá fyrst og fremst um norðurlond, men eisini um altjóða samstarv.
Síðani fer Gunnar Toftegaard at greiða okkum frá innan teldur. Ætlanin er, at vit allir skulu gerast brúkarar av Landsnet, sum er eitt teldunetverk hjá almennu Føroyum. Í 2009 er so ætlanin at vit øll skulu vera partur av hesum netverkið, sigur bispur.
Á skránni fara Theodor E.D. Olsen at greiða prestunum frá um ytrumissión, og eisini fer Henning Bøgesvang fer at greiða frá sjómanskirkjuni.
Bovla og eta
At bovla og at eta er ikki tað vit vanliga seta í samband við prestar, og hoyra vit hetta, síggja vit eina rúgvu av fólkið í prestakjólum gera sær hálvavegna fyri skommum, men soleiðis verður ikki.
- Nei, vit verða ikki í prestakjóla, tá vit fara at bovla. Men eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at vit bovla, tí vit eru menniskju sum øll onnur. Vit vera eisini rættiliga nógv til seinasta partin av tiltakinum. Tá verða bæði makar og umsitingin hjá fólkakirkjuni við, greiðis bispur frá.
Gera átrokandi uppgávur
Leingi hevur verið greitt, at prestarnir ikki vera at fáa fatur á í dag. Men hevur onkur tørv á einum presti, verður hetta fingið í lag.
- Prestarnir fingu boð um dagin longu í januarmánaði, og boðini hava ligið á heimasíðuni longi. Men skuldi okkurt hent, sum vit sjálvandi ikki vóna, tí tá er ofta talan um álvarlig ting, so kunnu fólk ringja til stiftið, og hagani fáa vit so boð. Hinvegin verður onki, sum á nakran hátt kann útsetast gerast í dag, fortelur Jógvan Fríðriksson.









