Skal tann norska kirkjan hava møguleika at víga samkynd, skal hon hava eitt nýtt vígsluritual, og fyri stuttum kom fram, at eitt tílíkt kann ikki koma í gildi fyrr enn í fyrsta lagi í 2015 - um tað yvirhøvur kemur.
Men tað eru ikki allir teir norsku prestarnir, sum hava hug at bíða so leingi.
-Tað harmar okkum, at vit skulu vera noydd at gera mun á fólki. Tað er keðiligt, at vit noyðast at siga nei til at víga samkynd pør í kirkjuni. Hetta snýr seg um okkara brøður og systrar, sum ynskja at hátíðarhalda teirra kærleika og at fáa Guðs signing, sigur Marie Ninni Arnesdatter Lockertsen, prestur í Sør-Varanger, við blaðið Klassekampen.
Saman við tveimum øðrum prestum er hon farin undir at savna undirskriftir frá teimum, sum krevja, at tann norska kirkjan setir eitt vígsluritual fyri samkynd í gildi beinanvegin.
Í heyst fara teir norsku biskuparnir at viðgera spurningin um at víga samkynd í kirkjuni, og haðani fer málið til kirkjuráðið.









