Prestar vilja hava yvirtíð

Prestarnir í donsku fólkakirkjuni tíma ikki at arbeiða meiri enn 37 tímar um vikuna, fáa teir ikki yvirtíð fyri eykaarbeiðið.

Kristeligt Dagblad skrivar, at nakrir av prestunum hava gjørt av at senda myndugleikunum arbeiðsseðlar og at krevja yvirtíð fyri tað, sum er oman fyri 37 tímar um vikuna. Blaðið skrivar eisini, at ósemja er í Prestafelagnum um ætlanina, og at nógvir prerstar bera ótta fyri, at hetta kann enda við, at myndugleikarnir fara at halda eyga við, hvussu nógv teir einstøku prestarnir arbeiða.

Játta myndugleikarnir prestunum yvirtíð, fer tað at síggjast aftur. Jesper Yde, sum er nevndarlimur í Prestafelagnum, sigur við Kristeligt Dagblad, at í summum førum snýr tað seg um meiri enn 10.000 krónur um mánaðin.