John S. Myllhamar
Nú nýggj løgtingslóg verður smíðja í sambandi við, at fólkakirkjan verður yvirtikin á Ólavsøku, hevur verið frammi, at bispur eigur at vera áramálsettur. Meiningarnar eru ymiskar um tað.
Í tí sambandi kundi ein sum kirkjufólk hugsa sær, at prestar vóru áramálsettir, møguliga í eitt fimm ára skeið, fyri síðani at lýst starvið leyst aftur. Kirkjufólkið gjøgnum kirkjuráðini, kundi so valt sín prest aftur, og høvdu ivaleyst eisini gjørt tað í nógvum førum. Men tey høvdu so eisini havt møguleikan at valt annan umsøkjara. Tað hevði bara verið jaligt fyri kirkjuna, tí var ein prestur áramálsettur, vildi hann í hesum tíðarskeiði verið vakin og gjørt sítt ítasta fyri at verið afturvaldur.
Sum er, kann ein prestur sita í sama starvi frá tí hann í tjúgu ára aldri kemur út av universitetinum, og inntil hann fer frá sum sjeyti ára gamal, og tað er ikki altíð gott, hvørki fyri hann sjálvan, ei heldur fyri kirkjuliðið.










