Á heimasíðuni koyrilararin.fo skrivar Benny Ejdesgaard, koyrilærari, at ein bílig og betri loysn hevði verið at nýtt teir sonevndu “prestarnar", sum standa fram við øllum landsvegunum kring landið til endamálið.
Benny mælir til at triði hvør prestur verður frámerktur meira sjónligur, so hann sæst betur enn hinir. Teir kunnu nýtast í staðin fyri pílarnar, sum verða málaðir á vegbreytina.
Fyrimunir við at nýta prestarnar er t.d. at teir vera standandi í øllum veðri, at teir ikki skulu viðlíkahaldast eins nógv og pílarnir, at teir lýsa í myrkri, at teir standa fram við øllum landsvegunum at tríggir prestar hava á leið somu fjarstøðu sum pílarnir. Við øðrum orðum eru "avstandsprestarnir" nógv meira sjónligir enn pílarnir, skrivar Benny Ejdesgaard.










