Prestar pella neyvan við vilja

Á Vágaportalinum verður 30. juli skrivað m.a. soleiðis um ólavsøkuprædikuna:

 

“Í prædikuni kom Ann inn á Ólav kong halga, sum smb. søgnini, kristnaði Noreg og Føroyar.”

 

Eg veit ikki, hvørja søgn her verður sipað til.

 

Vanliga hevur verið sagt, at Føroyar vóru kristnaðar í 999.

 

Tá var Ólavur, sum seinni fekk viðurnevnið Ólavur Halgi, trý ella fýra ára gamal – sambært søguritum føddur í 995 (møguliga føddur nøkur fá ár fyrr, ið hvussu so er doyptur sum vaksin í Rúðuborg, Rouen, í 1013 ella 1014). Hann verður eisini nevndur Ólavur Digri (sipar til útsjóndina) og Ólavur Haraldsson, tí hann var sonur Haralds Grenska og Ástu Gudbrandsdóttur. Hann var kongur í Noregi frá 1016 til 1028 og doyði á Stiklastøðum 29. juli í 1030, og stutt eftir tað verður hann lýstur halgimenni at vera. Til minnis um hann halda vit ólavsøku.

 

Í 999 var ein annar Ólavur kongur í Noregi: Ólavur Tryggvason føddur í 968, deyður í 999 ella 1000 (søgurit eru ikki á einum máli um, nær ið bardagin við Svøldur, har Ólavur Tryggvason fall, var). Hann var sonur Tryggva Ólavssonar og Astridar Eiriksdóttur. Ólavur Tryggvason var kongur frá 995, til hann doyði.

 

Hesi seinastu 15-20 árini hava fleiri prestar í ólavsøkuprædikuni staðfest, at Ólavur Halgi kristnaði Føroyar. Valla pella prestar við vilja, tískil má tað vera av søguloysi og vankunnleika, at teir tvíhalda um hesa útsøgn.

 

Tað, sum teir kundu sagt, er, at Ólavur Haraldsson sambært “Store Norske Leksikon” skipaði so fyri, at

 

“...i 1024 fikk Norge trolig en riksomfattende kirkeorganisasjon med kirker og prester, en kristen rettsordning, en første ordning av kirkens økonomiske forhold og fremfor alt forbud mot all annen religionsvirksomhet. Kristendommen ble som kongens tro rikets eneste tillatte religion. Kongen ble i realiteten den norske kirkes øverste leder.”

 

Annað mál er so, at nútíðar gransking við góðari próvførslu hevur bent á, at føroyingar vóru keltiskt kristnir langt undan tí, at hesir báðir norsku navnarnir vóru uppi á døgum.

 

Kanska liggja verulig prógv um hetta í einum spennandi grevstrarøki suðuri á Sandi, og hvør veit – kanska koma tey undan kavi, tá ið okkara politiska skipan fer at raðfesta mentan og søguligar rannsóknir.

 

Árni Dahl