Prestar og baðikør

LÍKT ER TIL, at sálarhirðar okkara í størri mun eru fair at tekkjast tí jarðiska, og tá tað ikki gongur teimum eftir ynski, klaga teir dómpróst og bisp fyri hægri myndugleikar. Og teir eru ikki her á klettunum, men í Kirkjumálaráðnum í Danmark, sum eisini kemur undir lógina um alment innlit.

 

EINGIN prestur skal lastast fyri ynski síni um rættvísi og góða viðferð, og fyri krøv síni um vanligar bekvemmiligheitir. Hinvegin kann tað kanska tykjast løgið, at próstur ella bispur skulu kanna eftir, um ein prestur skal hava nýggja brúsukabinu ella baðikar. Ella at dómpróstur skal grulva í krúpikjallaranum í Leirum fyri at kanna eftir, um væta setir undir grundina.

 

SJÁLVANDI átti onkur annar byggikønur havt tann myndugleika at kanna eftir, hvat skal gerast við ein prestagarð., líka mikið um talan er um viðlíkahald ella nýgerð. Tað kundi til dømis veið Landsarktitekturin, eftir at vit væntandi hava yvirtikið Fólkakirkjuna næsta ár.

UMRØDDA málið kundu lesarar Sosialins stytta sær stundir við í gjár. Men hetta er bara eitt mál av mongum, sum almenningurin kann fáa skjalainnlit í Kirkjumálaráðnum, tí bispur er jú eisini klagaður fyri Kirkjumálaráðharran fyri onnur viðurskifti, sum hava við meiri tað kirkjuliga ? hvør kann prædika og ikki ? og við Halgubók at gera.


EINS OG VIT leikfólk hava ymiskar áskoðanir um Guðs orð, kristnan moral og etik, hvussu næstrakærleiki skal fremjast í verki, um kærleiksboðið og tann andan í Halgubók, sum ber brá av tolsemi, so hava prestar sjálvandi eisini hendan rætti. Og sjálvandi hevði verið áhugavert, um presta skiftu orð um slíkar spurningar í skrift og talu. Bæði sínámillum og við leikfólk. Siðiliga sjálvandi. Tað hava fólk einki ímóti, tvørturímóti. Men at onkur ? ella nakrir ? hinvegin gera seg til dómarar yvir aðrar, hóvar neyvan føroyska kirkjufólkinum.


OG NEYVAN hóvar tað føroyska kirkjufólkinum, at prestar eru farnir at ríða so niðarliga, sum vit hava sæð dømi um í seinastuni. Eitt er, hvat summir teirra gjørdu í miðøld, tá kirkjufólkið hvørki dugdi at lesa ella skriva. Eitt annað er, hvat prestar halda seg til at gera í okkara ?upplýstu? døgum, har skjalainnlit eru eini fólkaræðilig rættindi. Men sagt verður, at Guðs børn batna. Og føroyska kirkjufólkið hevur krav um størri sóma og tign innan sum uttan kirkjugátt.