Prestar flyta til fastlandið

Seinastu 25 árini eru helmingurin av prestunum á smærru oyggjunum farnir hagani. Og um fá ár verður eingin eftir á hesum støðum.

Tá ein prestur flytur av eini av smáu oyggjunum í Danmark, kemur ikki ein nýggjur í starvið av sær sjálvum.
Orsøkin til hetta er lága fólkatalið á oyggjunum, har tær flestu hava eitt íbúgvaratal millum 1000 og 5000. Og hetta er ikki nóg mikið til at fólkakirkjan framvegis kann hava ein prest búgvandi í oynni.
Ein loysn á spurninginum er at seta prestarnar í starv á oynni í niðursetta tíð, meðan teir samstundis røkja aðrar uppgávur á fastlandinum.