Prestar í Føroysku fólkakirkjuni

Opið bræv til Føroya Løgting 13. juli 2010

Fríðleif Lydersen
-----------

Eg bæð um innlit í arbeiði í lógararbeiði viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um setanarviðurskifti hjá prestum. Eg fekk noktandi svar frá Mentamálaráðnum, so kærdi eg til Løgtingsins umboðmann, men umboðsmaðurin meinti, at ikki var grundarlag fyri at taka málið upp til viðgerðar. Í svarinum,eg fekk frá Mentamálaráðnum 20. mai 2010, stóð millum annað: ”Annars skal Mentamálaráðið upplýsa, at uppskotið til løgtingslóg um størv í fólkakirkjuni kemur til almenna hoyring á heimasíðuni Mentamálaráðsins mmr@mmr.fo , tá tað verður liðugt til hoyringar. Mentamálaráðið fer síðani at viðgera hoyringarsvarini, áðrenn endaligt uppskot verður orðað og lagt fyri løgtingið. Tygum fá sostatt ríkiligt høvi at úttala tygum um løgtingslógaruppskotið, áðrenn tað verður endaliga liðugt og lagt fyri løgtingið.”
Eg gleði meg til at síggja uppskotið til løgtingslóg um størv í fólkakirkjuni, samstundis gleði eg meg til, at fáa ríkiligt høvi til at úttala meg um løgtingslógaruppskotið.
Eg fari at heita á tykkum, sum sita á Føroya Løgtingi, at taka í álvara, at tit hava biðið Føroya ungdóm um at fara út um danska ríkið at útbúgva seg. Eg taki tað fyri givið, at tit tá eisini vilja geva okkum, sum fylgdu tykkara ynski, møguleika at koma heim aftur at starvast. Tí Føroyar hevur brúk fyri øllum, sum eru uttanlands og útbúgva seg. Tí mugu tit eisini leggja til rættis, at vit fáa møguleika at koma heim aftur.
Eg fari tí at heita á tykkum um at broyta lógina soleiðis, at vit, sum hava guðfrøðisútbúgving okkara aðrastaðni frá enn úr danska ríkinum, kunnu fáa prestastarv í Føroyum. Vit kunnu vera við til at ríka enn meira um føroysku fólkakirkjuna. Tí føroyska fólkakirkjan hevði verið munandi fátækari, um teir prestarnir, sum eru útbúgvnir uttan fyri danska ríkið, ikki vóru prestar í kirkjuni. Føroyska fólkakirkjan hevur brúk fyri okkum, tí vit kunnu vera við til at gera kirkjuna enn betri.