Prestar fáa frí sunnudag

Tey bæði næstu árini skulu nakrir danskir prestar arbeiða fimm dagar um vikuna og hava frí fjórða hvørt vikuskifti Talan er um eina roynd í fýra próstadømum í Jyllandi, og endamálið er at geva prestunum betri arbeiðsumstøður.

-Eg eri spentur og vóni, at hetta kann gera tað hugaligari at vera prestur, og at tað kann gera, at vit fáa prestar í framtíðini, sigur Vagn Ove Høgild, sum er próstur í Struer, við Berlingske Tidende.

Tey seinastu árini hava danskir prestar ofta kært seg um arbeiðsviðurskiftini. Royndin, sum nú verður sett í verk, er gjørd eftir norskari fyrimynd.