Nú ber til hjá prestum í fólkakirkjuni at taka eitt skeið innan gudfrøði á Fróðskaparsetur Føroya. Tað skrivar Setrið á síni heimasíðu.
Talan er um eitt masterskeið í kirkjurætti, og er ætla prestum í fólkakirkjuni og lesandi innan gudfrøði, umframt at vera eitt dogmatiskt skeið, ið verður boðið út í MA í løgfrøði á Setrinum.
Harumframt upplýsir Setrið, at onnur, sum hava hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir, kunnu søkja um upptøku, eitt nú kristnilærarar og kirkjutænarar ella hjálparfólk innan kirkjugátt.
Skeiðið er eitt úrslit av, at føroyskir myndugleikar í 2007 yvirtóku umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av Fólkakirkjuni í Føroyum.
- Í hesum sambandi byrjaði eitt sjálvstøðugt føroyskt lógarsmíð á tí kirkjuliga økinum, sum nú er komið at enda at kalla. Summar danskar lógir eru tó galdandi enn, eins og ávísar almennar lógir eisini í vissan mun eru í gildi innan kirkjuveggja, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á síni heimasíðu.

Prestar á skúlabonk í Føroyum





