Prestadóttir í danska herin

19 ára gamla Birgit Helena Dahl Hansen hevur valt at fara heilt aðra leið enn flestu aðrar nýklaktar pisur

- Tað hevur ongantíð ligið í kortunum, at eg skuldi fara í herin. Ongin hevði væntað hetta av mær, og tey nærmastu stúra, tí tey síggja fyri sær, at eg verði send til Miðeysturs í kríggj.

 

Tað sigur 19 ára gamla Birgit Helena Dahl Hansen, sum eftir lokið studentsprógv fer til Danmarkar at gera hertænastu og umhugsar at útbúgva seg víðari innan herin.

 

Stranga disiplinin og hørðu likamligu og sálarligu krøvini í herinum lokka Birgit Helenu, sum dámar væl avbjóðingar.

 

Les alla samrøðuna við Birgit Helenu Dahl Hansen í VikuskiftisSosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið.