Pressufrælsið má víkja í krígstíð

Flestu amerikanarar halda, at fjølmiðlarnir eiga ikki at vera atfinningarsamir í krígstíð, men at tað vanliga pressufrælsið eigur at víkja

56 prosent av teimum, sum fingu spurningin í einari kanning hjá sjónvarpinum ABC, svaraðu, at teir amerikansku fjølmiðlarnir eiga at taka undir við stjórnini í krígstíð, meðan 36 prosent halda, at tíðindafólkini skulu seta politikarunum nærgangandi og atfinningarsamar spurningar.
Hinvegin halda 90 prosent av amerikanarunum, at í friðartíð er tað sera umráðandi, at fjølmiðlarnir hava frælsi at arbeiða, og at tá er tað uppgávan hjá fjølmiðlunum at vera atfinningarsamir, tá talan er um politikkin hjá stjórnini.
Ein frágreiðing hjá Information Security Oversight Office vísir annars, at frælsið hjá amerikansku fjølmiðlunum er skert munandi síðani tann 11. september í 2001. Sambært frágreiðingini vórðu 33 milliónir skjøl hjá amerikansku stjórnarumsitingini stemplað sum loynilig í 2001, og tað var næstan helvtina meiri enn árið fyri.
Jack Nelson, sum hevur skrivað eina frágreiðing um tey nógvu loyniligu skjølini hjá Bush-stjórnini, segði við blaðið Los Angeles Times fyri nøkrum døgum síðani, at tann broytti politikkurin gjørdi seg galdandi longu undan atsóknunum í New York og Washington. Hann vil vera við, at heldur ikki teir fólkavaldu politikararnir hava atgongd til nógv av skjølunum.
- Samstundis hevur stjórnarumsitingin lagt seg eftir at lata ymiskt, sum tænir hennara politisku málum, leka út, sigur Jack Nelson. Hann vísir millum annað á tær nógvu upplýsingarnar um fyrireikingarnar til eitt kríggj við Irak og royndina at sannføra fólk um, at tað er neyðugt at fara í hernað ímóti altjóða yvirgangi. Her hevur umsitingin latið nógvar upplýsingar, sum tæna hennara máli, leka út til almenningin, sigur Jack Nelson.