Felagið Føroysk Miðlafólk heldur leygardagin 27. oktober skeið um pressuetikk. Skeiðið verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Gunnar Bodahl-Johansen, ein av royndastu serfrøðingunum í Norðurlondum í fjølmiðlaetikki, fer at halda skeiðið.
Øll, sum arbeiða á miðlunum, eiga at kenna leiðreglurnar fyri góðan fjølmiðlasið.
Á hesum skeiðdegnum fer Gunnar Bodahl-Johansen at tosa um etikk í miðlunum við dømum úr bæði Føroyum og Noregi. Leiðreglurnar fyri fjølmiðlasið líkjast í londunum báðum. Hann fer eisini at tosa um trúvirði og óheftni hjá journalistum.
Dømi úr føroysku miðlunum verða tikin fram, eitt nú um at nevna nøvn.
Orðaskifti verður um trúrvirði og óheftni. Tíðindajournalistar siga sína meining alment ella á sosialum miðlum, eru orðstýrarar hjá stórum vinnufyritøkum, koma beint úr starvi sum kunningarráðgevar, hava verið uppstillaðir fyri politiskan flokk, skriva klummur og so framvegis.
Pressuetiskar hugleiðingar verða eisini yvir Utøya.
Øll, sum arbeiða við miðlum, eru vælkomin, men neyðugt er at tekna seg.










