Pressuboykott frá Danmark

Á tíðindafundinum eftir dystin kom landsliðsvenjarin als ikki út. Ístaðin las pressutalsmaðurin hjá DBU eina fráboðan upp, har Morten Olsen segði, at hann vildi njóta sigurin saman við spælarunum og áskoðarunum. Men at hann ikki hevði hug at tosa við miðlarnar um hetta.

Og spælararnir hava sama hugburð. Haðani eru boðini, at teir nú fegnast um sigurin, men at teir ikki hava tíð at gera viðmerkingar fyrr enn í morgin.

Uttan iva eitt boykott, sum er íkomið av atfinningunum, sum miðlarnir seinastu tíðina hava havt móti liðnum.

 

Á 3+, sum sendir beinleiðis frá dystinum, er fyrrverandi ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, millum gestirnar. Holmstrøm plagar ikki at tiga, um hann er ónøgdur, og hann kallar støðuna fyri ?rablende sindsygt?.