Pressan stórur partur av mótavikuni

Yvir fimmhundrað pressufólk úr øllum heiminum vóru í Keypmannahavn í farnu viku, tá Copenhagen Fashion Week vísti verðini, hvat norðurlendsk sniðgeving er

Hóast sniðgevar, stylistar og modellir spílaðu seg út og vístu seg frá síni allarbestu síðu, so var alt stríðið lítið vert, um ikki fotografar og journalistar eisini gjørdu sítt arbeiði til lítar.

Mugu hava røttu fólkini at hyggja
Tað eru nøkur mótabløð og -magasin kring heimin, ið hava størri ávirkan enn hini. Serliga eru nøkur mótabløð í Italia og í USA, sum hava serliga tyngd, og teirra orð er at kalla lóg innan mótaheimin. Tað, tey taka upp og skriva jaliga um, fær ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina hjá teimum sniðgevunum, ið verða umrøddir.
Tí er tað av alstórum týdningi fyri skandinaviskan móta, at tað eru tey røttu fólkini, ið koma og hyggja. Men tað tykist ikki vera nakar trupulleikar at lokka journalistar til Copenhagen Fashion Week.
Fyrstu ferðirnar, at Copenhagen Fashion Week varð hildin, vórðu allir teir týdningarmiklu mótaskribentarnir bodnir til Keypmannahavnar og fingu bæði ferð og uppihald rindað. Tað var Danish Fashion Industry, ið er felagið hjá flestu sniðgevunum, ið skipaði fyri hesum.
Men nú vikan hevur verið hildin nakrar ferðir, er ikki longur neyðugt at bjóða miðlunum uppihald og ferð -nú koma teir av sær sjálvum.

Áhugin vindur uppá seg
Eva Kruse er stjóri í Danish Fashion Industry, og hon sigur, at danska mótavikan er høgt i metum hjá mótafólki kring allan heim.
- Nú gjalda vit bara fyri teir allar størstu mótajournalistarnar, sum vit halda hava størstan týdning. Men hóast bert fá verða bjóðað, so eru yvir 500 pressufólk úr øllum heiminum í Keypmannahavn hesa vikuna, so tað er alstórur áhugi.
- Fyrr var tað eisini so, at tað kanska vóru assistentarnir hjá skribentunum, sum komu út til ymsu showini, men nú síggja vit, at tað eru skribentarnir sjálvir, sum koma, og tað er eitt tekin um, at tað, sum verður sýnt fram hesa vikuna, er vert at síggja.

Fáa bestu plássini
Ein og hvør kann ikki koma inn av gøtuni og til eitt mótashow. Teir kendastu skribentarnir og stylistarnir verða bodnir til ymsu showini, og hinir journalistarnir mugu skriva til sniðgevan og biðja um at fáa eina innbjóðing. Duravørar standa síðani og krossa av, tá tú kemur til showið, og vísa tær hvar tú skal sita -ella standa.
Týdningarmestu nøvnini sita á bestu plássunum, og nøvnini eru skrivað á stólarnar, so eingin ivi er um, hvør situr hvar. Tað eru tó fleiri show, har øll ikki fáa sess, og fleiri mugu standa.
Men tað ger pressan gleðiliga, tí tað, sum fer fram á mótavikuni í Keypmannahavn, er nú á so høgum støði, at tað stingur kósina fyri mótan út í korti, og mótaheimurin bíðar spentur at síggja, hvønn veg leiðin ber.