Fleiri serfrøðingar siga seg rokna við, at Manchester United er lítil favorittur undan steypafinaluni seinnapartin ímóti Chelsea. Tá ið tað er sagt, verður staðiliga undirstrikað, at Chelsea hevur ivaleysa gott lið til at hótta meistararnar. Tað verða smáir marginalir, sum fara at verða avgerandi.
Í eingilsku pressuni hevur í døgunum upp undir steypafinaluna nógv verið gjørt burturúr. Umrøðan, sum Chelsea hevur fingið, hevur kortini ikki havt fokus á steypafinaluni, men heldur hevur verið roynt at dyrkað misnøgd, sum sigst vera millum Chelsea spælararnar.
Serliga eru tað eingilsku landsliðsspælararnir John Terry og Frank Lampard, sum sigast vera misnøgdir við lønina. Teir báðir eru ikki nøgdir við, at Andriy Shevchenko og Michael Ballack fáa meiri í løn enn teir báðir. Víst verður á, at teir báðir fremmanda menninir ikki hava megnað at spæla seg til fast pláss millum teir fyrstu ellivu, meðan Terry og Lampard hava verið á liðnum so at siga hvørja ferð, um teir ikki hava verið skaddir.
John Terry hevur samráðst við felagi um lønarhækking. Einki er higartil komið burturúr, og tað sigst verjuspælarin vera í øðini um.
Daily Express sigur seg vita, at John Terry er so misnøgdur við støðuna, at hann ætlar at krevja at verða settur á sølulista, tá ið finalan seinnapartin er av. Henda søgan hevur fingið nýggj bein at ganga á, tí nú sigst tað, at bæði italsk og sponsk feløg skulu vera áhugað í eingilska landsliðsspælaranum.
Portugisiski Chelsea venjarin, José Mourinho, hevur nógvar royndir og veit tískil, hvat tað snýr seg um. Men tað er einki at ivast í, at tosið í pressuni um misnøgd og lønarkrøv ikki er hevur verið eftir hansara høvdið. Heldur ikki tá ið tað í vikuni upp undir steypafinaluna í pressuni varð gjørt burturúr, at hundurin hjá honum ikki skuldi verða lógligur í Onglandi.
Chelsea hevur vunnið FA Cup tríggjar ferðir ? í 1970, 1997 og 2000.