Mest umrødda bókin í Danmark í løtuni man uttan iva vera Flygtingen eftir Olav Hergel, sum kom út fyri stuttum. Hergel starvaðist í mong á sum blaðmaður á Berlingske Tidende. Tá hann brádliga segði seg úr starvinum, segðist orsøkin vera hansara ónøgd við, at tað var so trupult hjá sær at fáa innivist á blaðnum fyri søgum um flóttafólk. Nú verður so gitt dúgliga, um ikki Flygtingen í so máta byggir á veruleikan. Í øllum førum er ein av høvuðspersónunum blaðstjórin Kielland, sum hevur sett øll journalistisk prinsipp til viks, fyri at tekkjast lesararnum og ikki minst harðrenda útlendingapolitikkinum hjá donsku stjørnuni.
Sjálv søgan snýr seg um blaðkvinnuna Rikke Lyngdal, sum hevur støð í donsku hermannaleguni í Irak. Ein dagin sendir Rikke blaðnum eina søgu, har donsku hermenninir sáa iva um, hví teir yvirhøvur eru við í hesum krígnum. Ikki óvæntað noktar Kielland at prenta greinina. Men tá Rikke brádliga verður rænd og pínd av irakiskum yvirgangsmonnum, ger Kielland alt fyri at fáa fatur á søguni.
Skaldsliga stílar Flygtningen ikki høgt. Heldur tykist ørindi við bókini vera ein náðileys avdúking av populistiska rákinum í donsku pressuni, har blaðstjórar ikki bara lifra fyri men beinleiðis gera sær dælt av fremmandaræðsluni hjá dønum.