Influensa A var ella er als ikki so vandamikil, sum fólk fingu at vita, og fjølmiðlarnir hava skyldina. Tað er í hvussu er niðurstøðan av einari kanning, sum danska heilsustýrið hevur gjørt, skrivar Politiken.
Har svara 73 prosent av teimum spurdu, at fjølmiðlarnir gjørdu alt ov nógv av og gjørdu sjúkuna nógv vandameiri, enn hon vísti seg at vera.
Men Stig Hjarvard, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, verjir fjølmiðlarnar og rósar teimum fyri at hava havt tunguna mitt í munninum í hesum máli.
Sambært heilsustýrinum hava 300.000 danir havt Influensa A, harav helmingurin eru børn. 23 fólk eru deyð.