- Prentmiðstøðin vil ikki sita hendur í favn, nú almenna Posta er farið í kappingarhernað móti privatu vinnuni.
Tað sigur Hallstein Sigðursson, sum er leiðari á postútberingini hjá P/F Prentmiðstøðíni.
Fyrrapartin boðaði fyritøkan frá, at hon frá í dag víðkar sítt virksemi til eisini at fevna um pakkaflutning og onnur bløð og tíðarrit. Samstundis verður útberingin hjá Prentmiðstøðini løgd í eitt felag, sum hevur fingið navnið, Bera.
- Vit vilja prógva, at tað ber til at hava eitt vælvirkandi útberingarnet, sum ikki er tengt at almennum partapeningi, sigur Hallstein Sigurðsson, leiðari í Bera.
Sjálvt um tað stendur í tíðindaskrivinum frá Prentmiðstøðini, at útberingarparturin er lagdur í eitt felag, so er tað ikki rætt, sigur Hallstein Sigurðsson.
- Útberingin hevur bara finigið egið navn og samleika, sigur hann.