Í dag er dagurin, nógv fótbóltsáhugað hava bíðað eftir, og tað er dagurin, tá ið leikskráin fyri Premierleague í Onglandi, verður almannakunngjørd.
Og fyri eini løtu síðani var dystarskráin fyri næsta kappingarár, almannakunngjørt. Hetta verður eitt langt fótbóltssummar, tí HM kappingin í Russlandi endar hálvan juli og longu 11. august verður aftur lagt til brots í Premierleague.
Og tað verður onkur branddystur longu í fyrsta umfari, tí fyrsti dyrsturin hjá Manchester City í royndini at verja meistaraheitið, verður á útivølli ímóti Arsenal. Yvirhøvur fær Arsenal eina harða byrjan, tí annars dysturin hjá teimum verður á útivølli ímóti Chelsea.
Annars sæst øll leikskráin HER