Premier League-venjari sagt upp

Huddersfield og David Wagner hava avgjørt at fara hvør til sítt. Huddersfield hevur ikki megnað at endurskapa góðu úrslitini frá í fjør og liggur í løtuni aftast í Premier League, við 11 stigum frá 22 dystum.

 

Fulham, á næst aftasta plássi, hevur 14 stig, meðan Cardiff, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, er átta stig frammanfyri Huddersfield.

 

Felagið skrivar, at tað er semja millum venjaran og felagið um at enda samstarvið. David Wagner hevur verið í felagnum í trý og eitt hálvt ár. Í fyrraárið vann hann felagnum uppflyting til Premier League og fekk eitt gott úrslit í fjør.

 

Formaðurin í felagnum, Dean Hoyle, sigur, at David Wagner bað um at sleppa úr starvinum eftir truplu tíðina. Upprunaliga var ætlanin, at hann skuldi verða verandi í starvinum restina av kappingarárinum, men nú er so avgerð kortini tikin um at gevast beinanvegin.

 

Sunnudagin skal Huddersfield spæla móti Manchester City á heimavølli.