Premier League venjari koyrdur

Premier League: Fimti venjarin hevur fingið sekkin í hesum kappingarárinum

Southampton hevur í dag kunngjørt, at venjarin í felagnum, eysturríski Ralph Hasenhüttl, er koyrdur. Hann er fimti venjarin, sum fær sekkin í hesum kappingarárinum.

 

Undan honum eru Scott Parker, Thomas Tuchel, Bruno Lage og Steven Gerrard koyrdir í hesum kappingarárunum. Ralph Hasenhüttl hevur verið venjari í Southampton síðani 2018, har hann millum annað hevur yvirlivað at hava tapt 9-0 tvær ferðir. Fyrst móti Leicester og síðani móti Manchester United. Hóast eyðmýkjandi tapini hevur leiðslan í felagnum valt at halda fast við eysturríska Ralph Hasenhüttl.

 

Felagið úr suðuronglandi hevur verið ein klekingarstøð fyri spælarar til tey størru feløgini í Premier League. Har kann nevnast, at spælarar sum Theo Walcott, Luke Shaw, Gareth Bale, Adam Lallana og Alex Oxlade-Chamberlain eru uppvaksnir í felagnum, meðan spælarar sum Virgil van Dijk, Sadio Mané, Morgan Schneiderlin og Dejan Lovren eru seldir fyri nógvar pengar.

 

Southampton liggur í løtuni til niðurflyting. Fyribils verður tað Rubén Sellés, ið tekur við.

 

1Arsenal13111131:1134
2Manchester City13102139:1232
3Newcastle1476128:1127
4Tottenham1482427:1826
5Manchester Utd1372418:1923
6Brighton1363422:1721
7Chelsea1363417:1621
8Liverpool1354425:1619
9Fulham1454523:2419
10Crystal Palace1354415:1719
11Brentford1437421:2416
12Leeds1343619:2215
13Aston Villa1443714:2115
14Leicester1442823:2514
15West Ham1442812:1514
16Everton1435611:1414
17Bournemouth1434715:3213
18Southampton1433812:2412
19Wolves142488:2210
20Nottingham F.1424810:3010