Premier League nærkast gomlum meti

Áskoðarar streyma til enskan fótbólt sum sjáldan áður.

 

Tað kostar ein hálvan bóndagarð at keypa atgongumerki til dystir í bestu fótbóltsdeildini í Onglandi, Premier League. Men stóru stjørnurnar draga hóast tað áskoðarar í stórum stíli til dystirnar, og nú gongur so væl við áskoðaratølunum, at tey eru farin at nærkast meti, sum er fjøruti ára gamalt.

 

Heimasíðan Sport Intelligence hevur roknað seg fram til, at áskoðaratølini í Premier League higartil í ár eru fýra prosent hægri, enn tey vóru somu tíð í fjør. Og um gongdin heldur fram restina av kappingarárinum, fara Premier League dystirnir í hesum kappingarárinum at lokka 13,75 milliónir fólk inn á áskoðaraplássini.

 

Hendir hetta, er tað fyrstu ferð síðani kappingarárið 1972/73, at samlaða áskoðaratalið eitt kappingarár fer upp um 13,7 milliónir fólk. Metið frá tí kappingarárinum er 13,998 milliónir fólk.

 

Og áskoðaratølini í løtuni eru lutvíst betri enn tá, tí tað verða spældir færri dystir í bestu deildini nú, enn tað varð gjørt fyrst í sjeytiárunum. Nú eru 380 dystir í einum kappingarári í Premier League - í1972/73 vóru 462 dystir spældir.