Premier League leysasøgur: Eina viku at keypa í

Liverpool er um reppið at leiga Nuri Sahin frá Real Madrid, Manchester City vil hava Javier Martinez, Barcelona liggur eins og Manchester City og lúrir eftir David Luiz, meðan Rafael Van der Vaart er á veg úr Tottenham.

 

Tað eru nakrar av leysasøgunum í Premier League í dag. Mest hald tykist verða í søguni um at Nuri Sahin skiftir til Liverpool. Talan er um ein árslangan leigusáttmála, har Liverpool skal gjalda 80 prosent av lønini hjá honum. Nuri Sahin fær áleið 1,2 milliónir krónur um vikuna frá Real Madrid. Brendan Rodgers vónar at skiftið kemur upp á pláss í dag, skrivar heimasíðan hjá Liverpool.

 

The Times veit í dag at siga, at Barcelona eins og Manchester City vil hava Chelsea miðverjan, David Luiz. Bæði feløgini leita eftir einum vinstrabeintum miðverja, sum skal hava góðan bóltførleika. Prísurin sigst liggja um ikki minni enn 300 milliónir.

 

Manchester Evening News sigur seg vita, at Manchester City eisini liggur framvið eftir Javier Martinez. Athletic Bilbao stjørnan hevur annars verið á veg til Bayern Munchen í longri tíð, men ítróttarstjórin í Bayern Munchen, Matthias Sammar, váttar nú at skiftið er langt frá at verða veruleiki.

 

Evening Standard skrivar, at Tottenham eru sinnaðir at selja Rafael Van der Vaart. Blaðið skrivar, at Tottenham vil selja hollendska miðvallaran, og at Joao Moutinho ella Moussa Dembele skulu avloysa hann á Tottenham miðvøllinum.

 

Tottenham hevur eisini verið sett í samband við Willian, sum spælir við Shakhtar Donetsk, umframt brasilska Leandro Damiao. The Guardian skrivar, at Tottenham arbeiðir hart upp á Willan til felagið, men at áhugin fyri Leandro Damiao er minkandi.

 

Sir Alex Ferguson sigur við heimasíðuna hjá Manchester United, at felagið ikki ger fleiri keyp í summar.