Premier League leysasøgur: 8 dagar eftir

Chelsea sigur nei til risa boð upp á David Luiz, Andy Carroll verður verandi í Liverpool, men Charlie Adam og Jay Spearing skulu gera pláss fyri Clint Dempsey.

 

Flytingargluggin í Premier League er opin í átta dagar afturat. Millum leysasøgurnar í dag er, at Chelsea hevur sagt nei til eitt boð upp á næstan 300 milliónir krónur fyri David Luiz. Tað er Manchester City, sum sambært The Sun hevur bjóðað upp á verjuleikaran. Manchester City hevur leingi leitað eftir einum miðverja at spæla saman við Vincent Kompany í miðverjuni. Eisini er Micah Richards skaddur.

 

Í summar var Robert Lewandowski settur í samband við millm annað Manchester United og Chelsea. Borussia Dortmund hevur sambært Metro váttað, at teir hava fingið fleiri boð upp á 24 ára gamla polska framherjan, men hava sagt nei í øllum tilfeldinum.

 

Tað hevur verið tosað nógv um Andy Carroll í summar. Maðurin, sum í januar 2011 gjørdist dýrasti bretski leikarin nakrantíð, hevur ikki sligið til í Liverpool og passar sum so heldur ikki inn í spælistílin hjá nýggja venjaranum, Brendan Rodgers. Í gjár avsannaði Brendan Rodgers, at Andy Carroll verður seldur áðrenn flytingargluggin letur aftur um átta dagar, skrivar BBC.

 

Daily Mirror skrivar, at John W. Henry, amerikanskur eigari av Liverpool, vil sleppa av við Charlie Adam og Jay Spearing. Hetta fyri at gera pláss fyri landsmanninum Clint Dempsey.

 

Turkiski miðvallarin hjá Real Madrid, Nuri Sahin, hevur ikki vunnið sær pláss á liðnum síðani hann skifti frá Borussia Dortmund. Tí skal hann leigast út. Liverpool, Arsenal og Tottenham. Fleiri søgur hava verið um hvar hann endar og hvar José Mourinho vil hava hann at enda. Sambært The Guardian sigur José Mourinho nú, at hann er floytandi líkaglaður hvar hann endar av hasum feløgunum.

 

Sáttmálin hjá Theo Walcott gongur út komandi ár og Arsenal hevur nú vent eyguni móti Jesus Navas. Spaniólin, sum til dagligt spælir við Sevilla í Spania, hevur sambært Daily Star ein sáttmála, ið ger at hann kann keypast leysur fyri 350 milliónir krónur. Tað verður tó mett, at Sevilla fer at góðataka eitt væl lægri boð fyri EM vinnaran.

 

Ein hackari hevur fingið skyldina fyri at hava upprættað ein profil á Real Madrid heimasíðuni. Har hevði hann gjørt ein profil av Tottenham miðvallaranum, Luka Modric, sum leingi hevur verið settur í samband við Real Madrid, skrivar Metro.