Premier League ? ja takk!

Tað varð byrjað á White Hart Lane í London, har Tottenham tók ímóti Manchester City. Tottenham var omaná á tað mesta av dystinum, men ein stórspælandi Joe Hart í málinum hjá Manchester City, bjargaði Roberto Mancini og hinum í Manchester City upp til fleiri ferðir. Tað endaði við at einki mál kom í dystinum.

 

Mest óvæntaða úrslitið í dag stóðu uppflytarnir, Blackpool, fyri. Teir vunnu ikki minni enn 4-0 á útivølli ímóti Wigan. Wolverhampton legði eisini væl frá landi, tí teir vunnu 2-1 á Stoke City. Sunderland og Birmingham deildu á Stadium of Light í einum 2-2 javnleiki. Eisini Bolton og Fulham deildu, men tað var í málleysum javnleiki.

 

Aston Villa misti fyri kortum venjaran, Martin O?Neill, men tað ávirkaði ikki liðið í dag. Teir vunnu 3-0 á heimavølli móti West Ham. Steward Downing, Stiliyan Petrov og James Milner skoraðu málini fyri heimaliðið. Nikola Kalinic skoraði einsamalla málið, tá Blackburn vann 1-0 á Everton.

 

Tottenham ? Man City(0-0) 0-0

Aston Villa ? West Ham(2-0) 3-0

Blackburn ? Everton(1-0) 1-0

Bolton ? Fulham(0-0) 0-0

Sunderland ? Birmingham(1-0) 2-2

Wigan ? Blackpool(0-3) 0-4

Wolverhampton ? Stoke(2-0) 2-1