Í gjár vóru fyrstu dystirnir í fyrsta umfar í Premier League í nýggja kappingarárinum. Tað byrjaði við einum braki, tí tað kom ferð at málskjótingina longu í fyrstu dystunum. Serliga á Anfield var málrok, tá Liverpool vann 4-3 á einum spennandi Leeds-liði.
Liverpool skal á fyrsta sinni verja eitt meistaraheiti í Premier League, meðan Leeds er aftur í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 16 ár. Bæði liðini skulu venja seg við nýggju umstøðurnar, og tað bleiv til málrok, tá Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, sendi sínar menn á vøllin at spæla móti væl lýdda argentinska venjaranum, Marcelo Bielsa og hansara Leeds United.
Tað endaði við 4-3 sigri til Liverpool, sum tvær ferðir fekk brotsspark. Mohamed Salah skoraði hattrik. Tríggjar ferðir megnaði Leeds at javna í dystinum, men tá Mohamed Salah skoraði til 4-3 stutt fyri tíð, var ongin orka eftir hjá Leeds United, sum verður spennandi at fylgja í ár. Liðið spælir við nógvari orku og bjóðar av. Eisini á útivølli móti meistarunum, sum nú ikki hava tapt í 60 dystir á Anfield.
Arsenal kom eisini væl í gongd. Undir Mikel Arteta, sum tók við í farna kappingarár, hevur Arsenal vunnið FA Cup og stórsteypadystin. Í gjár sá eisini út til, at Arsenal hevur fatur á rætta endanum. Arsenal vann 3-0 á útivølli móti uppflytarunum úr Fulham.
##med2##
Crystal Palace heldur framvegis fast í Wilfred Zaha, sum fleiri ferðir hevur verið á veg úr felagnum. Tað kunnu teir fegnast um, tí Wilfred Zaha skoraði avgerandi málið í 1-0 sigrinum á Southampton. Newcastle vann 2-0 á útivølli móti West Ham. Callum Wilson og Jeff Hendrick, báðir nýggir, skoraðu málini.
Dystirnir millum Burnley-Manchester United og Manchester City-Aston Villa eru útsettir. Í dag eru tveir dystir á skránni. West Bromwich fær vitjan av Leicester City, og Tottenham fær vitjan av Everton.
1 | Arsenal | 1 | 1 | 0 | 0 | 3:0 | 3 |
2 | Newcastle | 1 | 1 | 0 | 0 | 2:0 | 3 |
3 | Liverpool | 1 | 1 | 0 | 0 | 4:3 | 3 |
4 | Crystal Palace | 1 | 1 | 0 | 0 | 1:0 | 3 |
5 | Aston Villa | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
6 | Brighton | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
7 | Burnley | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
8 | Chelsea | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
9 | Everton | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
10 | Leicester | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
11 | Man City | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
12 | Man Utd | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
13 | Sheffield Utd | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
14 | Tottenham | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
15 | WBA | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
16 | Wolves | 0 | 0 | 0 | 0 | 0:0 | 0 |
17 | Leeds | 1 | 0 | 0 | 1 | 3:4 | 0 |
18 | Southampton | 1 | 0 | 0 | 1 | 0:1 | 0 |
19 | West Ham | 1 | 0 | 0 | 1 | 0:2 | 0 |
20 | Fulham | 1 | 0 | 0 | 1 | 0:3 | 0 |