Watford hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur sagt venjarnum, Quique Sánchez Flores, úr starvi. Hann fekk bara tveir og ein hálvan mánað í starvinum, eftir at hann tók við eftir Javi Garcia, sum bleiv koyrdur 7. septembur í ár.
Watford tapi í gjár 2-1 í botndystinum móti Southampton og liggur niðast við bara átta stigum. Longu í fjórða umfari fekk Javi Garcia sekkin, og 85 dagar seinni er Quique Sánchez Flores koyrdur fyri aðru ferð í Watford. Hann var eisini venjari í felagnum í 2015 og 2016.
Undan Quique Sánchez Flores og Javi Garcia, eru eisini Mauricio Pochettino (Tottenham) og Unai Emery (Arsenal) eisini koyrdir í hesum kappingarárinum. Í løtuni er Marco Silva, venjari hjá Everton, favorttur at verða næsti venjari, sum verður koyrdur.