Premier League eigur virðismiklastu liðini

Premier League eigur fýra av teimum fimm virðismiklastu liðunum í heiminum, har Manchester City liggur ovast á listanum

 

Fótbóltsobservatori’ið hjá CIES hevur hesa vikuna gjørt eina uppgerð yvir virðið í hópunum í øllum teimum stóru europeisku deildunum.

 

Tað yvirlitið vísir, at størst virði liggur í hópunum hjá feløgunum í Premier League, tí heili fýra av teimum fimm ovastu liðunum, spæla dagliga í ensku Premier League.

 

Yvirlitið er gjørt eftir hvussu nógv teir ymisku leikararnir í feløgunum eru verdir. Ovast á listanum liggur Manchester City sum hevur hægst virðismetta hópin í heiminum. Hjá Manchester City hevur Kevin De Bruyne hægst virðið. Hann verður mettur at vera verdur umleið eina milliard krónur.

 

Hægst virðismetti fótbóltsleikarin í heiminum er brasilski Neymar, sum í summar skifti til Paris Saint Germain frá Barcelona. Í yvirlitinum hjá CIES verður Neymar virðismettur til at kosta 1,6 milliard krónur.

 

Eitt sum er merkisvert við yvirlitinum er eisini, at Lionel Messi ikki verður mettur at vera hægst virðismettur í FC Barcelona. Har verður Luis Suarez mettur at hava hægst virðið. Virðið hjá Luis Suarez er beint undir 1 milliard krónur.

 

Yvirlitið hjá CIES sær soleiðis út:

1.     Manchester City – Hópurin verdur 8,9 milliardir krónur – Kevin De Bruyne hægst virðið

2.     Tottenham – Hópurin verdur 8,7 milliardir krónur – Harry Kane hægst virðið

3.     FC Barcelona – Hópurin verdur 8,4 milliardir krónur – Luis Suarez hægst virðið

4.     Chelsea – Hópurin verdur 7,8 milliardir krónur – Eden Hazard hægst virðið

5.     Manchester United – Hópurin verdur 6,8 millardir krónur – Romelu Lukaku hægst virðið

6.     Real Madrid – Hópurin verdur 6,7 milliardir krónur – Cristiano Ronaldo hægst virðið

7.     Liverpool – Hópurin verdur 6,7 milliardir krónur – Mohamed Salah hægst virðið

8.     Paris Saint Germain – Hópurin verdur 6,4 milliardir krónur – Neymar hægst virðið

9.     Atletico Madrid – Hópurin verdur 6 milliardir krónur – Antoine Griezmann hægst virðið

10. Juventus – Hópurin verdur 5,5 milliardir krónur – Paulo Dybala hægst virðið

 

Fulla yvirlitið sæst her.