Premier League: City bukaði United

Manchester City setti grannarnar úr Manchester United upp á pláss í dag.

Manchester City vann í dag grannauppgerðina móti Manchester United 4-1. Manchester City liggur nú á triðja plássi, meðan Arsenal nú liggur nummar eitt í Premier League saman við Tottenham.

 

Sergio Aguero var dagsins spælari á Etihad leikvøllinum. Hann skoraði tvey av fýra málunum hjá Manchester City. Hann skoraði tað fyrsta, longu tá dysturin var eitt korter gamal. Síðani økti Yaya Toure beint fyri hálvleik.

 

í seinna hálvleiki økti Sergio Aguero so til 3-0, áðrenn Samir Nasri skoraði til 4-0. Manchester United fekk minkað um munin, tá Wayne Rooney skoraði beinleiðis upp á fríspark. Við sigrinum er Manchester City nú nummar trý, meðan Manchester United er at finna á sjeynda plássi.

 

Málið hjá Wayne Rooney var hansara nummar ellivu í grannauppgerðum móti Manchester City. Tað er met.

 

Arsenal er nýtt oddalið í Premier League, eftir at teir í dag vunnu 3-1 á Stoke. Swansea vann 2-0 á Crystal Palace, meðan Tottenham í evstu løtu vann á Cardiff við málið, sum Paulinho skoraði.

 

Premier League:

Manchester City – Manchester United 4-1

Cardiff – Tottenham 0-1

Arsenal – Stoke 3-1

Crystal Palace – Swansea 0-2