Premier League byrjar í kvøld

Tað eru nógv Manchester United viðhaldsfólk í Føroyum og tey hava higartil bara sæð kappingarneytarnir spælt í Premier League, tí dysturin millum Manchester United og Newcastle United er settur til í kvøld. Manchester United gjørdist í fjør nummar tvey í Premier League, meðan Newcastle gjørdist greiður vinnari The Championship, ið næstbesta deildin í Onglandi.

 

Manchester United hevur ikki gjørt brúk av nógvu pengunum, sum teir fingu fyri Cristiano Ronaldo á sinni. Heldur hevur Sir Alex keypt heldur ókendar leikarar. Millum teir er Javier Hernandez, sum fáur uttanfyri Meksiko mundi kennast við, áðrenn Sir Alex keypti hann. Tað er væl møguligt, at fótbóltsheimurin í kvøld fær møguleikan at síggja Javier Hernandez í Permier League.

 

Hetta er fimta árið á rað, at Manchester United byrja Premier League við einum heimadysti. Í fjør byrjaði Manchester United á heimavølli ímóti Birmingham og tað endaði við einum 1-0 sigri. Málið skoraði Wayne Rooney.

 

Dysturin byrjar klokkan 20.00 í kvøld.