Premier League boðar nú alment frá, at kappingin byrjar aftur 17. juni. Nakað, sum eitt nú BBC skrivaði í gjár. Teir 92 dystirnir, sum resta í, verða spjaddir yvir alla vikuna og vístir í sjónvarpinum.
Tá eitt umfar er um vikuskifti verða dystir fríggjakvøld, fýra ymisk tíðspunkt leygardag og sunnudag, og ein mánakvøld. Tað vil siga, at allir tíggju dystirnir í einum vikuskiftisumfari verða spældir upp á ymisk tíðspunkt.
Tá talan er um miðvikuumfar verða dystir upp á seks ymisk tíðspunkt. Klokkan 18 og klokkan 20 týsdag, mikudag og hósdag. Tað vil eisini siga, at er tað vikuskiftisumfar og miðvikuumfar, so verður fótbóltur alla vikuna.